Fjølbroytni er hjarta hjá Brimborg.
Veggirnir sum mynda okkara matstovu, hava gjøgnum tíðina tænt nógvum endamálum. Summi av tykkum minnast kanska at hava keypt okkurt partabrævið í gamla bankanum ella sent brøv á posthúsinum, sum lá við síðurnar av. Onnur minnast aftur á teir góðu dagar tá ið tey gingu á miðnámsskúla á fyrstu hædd. Hetta eru bert nøkur av dømunum um hvat húsið hevur verið karmur um gjøgnum tíðina. Í Brimborg tráa vit eftir at varðveita hetta hugtak, nevnliga fjøllbroyni – tí ynska vit at skapa karmar fyri at nýggj minnir kunnu verða gjørd her, saman við okkara kæru, saman við einari gastronomiskari uppliving.
Um tú ert eina, við tínum kæru ella ein størri bólkur.
Vit eru altíð til reiðar at borðreiða við einari leskiligari máltíð.
At eta í Brimborg skal vera einn heildaruppliving - góður matur og hugni. Okkara høli eru júst dagførd fyri at tryggja tær eitt hugnaliga løtu.
Vit brúka bara góðsku vørur og kýta okkum at fáa so nógv sum tilber úr nærumhvørvinum, fyri at skapa eina fyrimyndarliga gastronomiska uppliving. Hetta røkka vit við at sameina fríska rávøru við gastronomisk kynstur og serkunleika frá ymiskum altjóða køkum.
Vit vilja gera okkara besta fyri at tit kunnu hátíðarhalda tykkara tiltak hjá okkum, verið tað veitsla, catering ella annað.
Send fyrispurningFish is one of the most wholesome foods that man can eat. In fact, people have been eating fish throughout human history. These days, many cooks yearn to add fish to their repertoire, but the whole process of cleaning and filleting
Delicious Cafe, 1649 Norman Street, Los Angeles, 90011
info@cafedomain.com